Ein maður varð í Føroya rætti í gjár ákærdur fyri brot á grein 266b í revsilógini, sum snýr seg um hóttanir og diskriminatión vegna húðarlit, rasu, tjóðskap, átrúnað ella etniskan uppruna.
Tað serliga við málinum er, at hetta er fyrstu ferð, at umstrídda grein 266b verður roynd í Føroya rætti.
Talan var um ein tilburð á einum matarstaði í Havn í januar mánaði í fjør, har er ein maður er ákærdur fyri at hava borið fram niðrandi útsøgnir um muslimar móti tveimum muslimum av útlendskum uppruna.
Ákærin las millum annað úr ákæruritinum, at maðurin skuldi hava sagt:
- Tit eru muslimar, og tit kunnu fara til helvitis. Tá vit einaferð drepa tykkum, so er eingin muslimur eftir.
- Tit bumba og drepa og vilja yvirtaka alla verðina.
- Eg skal drepa allar muslimar, eg skal drepa tykkum.
- Eg hati allar muslimar, tit eru eitt lortafólk, ið bert vilja útnytta Danmark. Tit skuldu verið tveittir úr landinum.
Haraftrat hevði løgreglan skrivað í frágreiðingina, at undir innskipan á løgreglustøðini hevði maðurin sagt:
- Um eg skal í fongsul fyri at siga, at eg hati muslimar, so má eg tað.
- Jamen eg eri rasist. Eg hati ikki nekarar ella nakað, men eg hati muslimar.
Tilburðurin
Tilburðurin fór fram ein týsdag seinnapart í januar í 2018 á einum matarstaði í miðbýnum í Havn.
Ákærdi sá tveir kenningar í vindeyganum og fór innar og setti seg hjá teimum. Ákærdi hevði "eina góða kenning", sum hann orðaði seg, og hinir báðir høvdu eisini smakkað sær á. Løtu seinni komu órættaðu eisini innar og keyptu sær okkurt til matna. Annar av teimum órættaðu kendi teir tríggjar, sum sótu har frammanundan, og tí settu báðir órættaðu seg hjá teimum.
Eftir einari løtu spurdi ákærdi órættaðu, um teir vóru muslimar. Órættaðu vildu í rættinum vera við, at teir høvdu svarað, at "teir vóru rættir muslimar". Ákærdi vildi vera við, at hann hugsaði um víðgongdar muslimar, tá hann spurdi teir órættaðu, og at teir vildu ikki svara honum upp á spurningin. Tað, at teir ikki vildu svara honum, tulkaði hann sum, at teir vóru ímóti honum, og av tí sama gjørdist hann óður.
Ákærdi østi seg, og endin varð, at teir báðir órættaðu fluttu seg til eitt annað borð at sita. Eftir øllum at døma sissaðist ákærdi maðurin ikki, og annar av teimum órættaðu ringdi eftir løgregluni.
Í ákæruritinum stóð, at ákærdi skuldi hava sagt: "Eg skal drepa allar muslimar, eg skal drepa tykkum". Ákærdi vildi hinvegin vera við, at tað var órættaði, sum ringdi eftir løgregluni, sum hevði sagt, at um løgreglan ikki kom á staðið innan tveir minuttir, so drap hann ákærda.
Órættaði, ið ringdi eftir løgregluni, segði í rættinum, at hann helt í fyrstani, at talan var um skemt. Hann var vanur við hoyra bæði eitt og annað um sín átrúnað, men at hetta sum oftast var í skemti. Samstundis kendi hann ákærda og metti tí, at hetta varð sagt í skemti. Tað gjørdist honum tó greitt, at ákærdi var rættiliga óður. Órættaði segði eisini, at hann gjørdist so skelkaður og óður av viðferðini frá ákærda, at hann græt, tá løgreglan kom á staðið.
Muslimar ella víðgongdir muslimar
Eitt snúningspunkt í vitnisavhoyringunum var, um hvørt maðurin hevði umtalað muslimar sum heild, ella um hann meinti við radikalar ella víðgongdar muslimar. Ákærdi maðurin vildi sjálvur vera við, at konteksturin í samrøðuni var muslimar, sum ikki vildu integrera seg í vesturlendsk samfeløg. Hann vísti í tí sambandi fleiri ferðir á, at hann hevði lisið og hoyrt, at innflytarar stóðu fyri 80 prosentum av øllum kriminaliteti í kongaríkinum. Hann segði, at hann meinti ikki við órættaðu, tá hann hann hevði úttalað seg, tí hann kendi annan teirra og visti, at hann var hampamaður. Hann legði aftrat, at sjálvandi kundu muslimar vera hampafólk, sum komu til Evropa fyri at arbeiða, men at hann hevði meint við "hinar".
Maðurin vildi vera við, at hann hevði brúkt orðið "yderliggående" í fyrstuni av samrøðuni, og tað var í tí sambandi, at samrøðan skuldi síggjast. Báðir órættaðu søgdu seg einki hava hoyrt til tað, eins og eitt vitni - ein ung kvinna, ið var til staðar á matarstaðnum - hevði heldur einki hoyrt til hetta. Annar av monnunum, ið ákærdi hevði sett seg hjá í matarstaðnum, vitnaði eisini í rættinum, og sambært honum var tann konteksturin týðiligur, hóast hann ikki kundi siga greitt, um maðurin hevði brúkt júst orðið "yderliggående".
Ætlanin var, at rættarmálið skuldi verið avgreitt áðrenn middag í gjár, men av tí at tað tók eina løtu longri enn ætlað, varð neyðugt at seta málið á skrá aftur til ein annan dag.