Heini O. Heinesen úr tjóðveldi vil hava svar uppá, um tunnilin til Árnafjarðar ella tann til Viðareiðis skal gerast fyrst.
- Tað er av stórum týdningi at okkurt verður gjørt longu í hesum árinum, sigur tingmaðurin, og vísir til stóra arbeiðsloysið í Norðoyggjum inn jørð- og betongarbeiði.
Hann hevur spurt Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum um tunnilsætlanir í økinum.
Ein tunnil Norður um Fjall ? ella Eystur um Fjall, sum hann tekur til ? er longu prosjekteraður og samtyktur, men í ár eingin króna játtað til endamálið.
- Tað sum nú er hent ístaðin er, at 5 mió krónur eru játtaðar at gera eina tunnil til Viðareiðis, sigur undrandi tingmaðurin úr Kunoy.
Hann vil tí hava svar uppá um nakað skal gerast, og ikki minst, nær tað skal gerast.
- Tað hevur skundi, tí tað er sera vandamikið at koyra á hesum vegastrekkjunum í dag, vísir hann á.
Á tingfundi mikudagi varð samtykt at hesin fyrispurningurin skal svarast.