Bjarti Mohr
Býráðslimur
Fólkaflokkurin vil í komandi valskeiði arbeiða fyri at Tórshavnar Kommuna verður eitt vælvirkandi samfelag fyri øll. Vit hava ungdómsarbeiði á skránni bæði innan ítrótt, list, tónleik og mentan í síni heild. Á sosiala økinum vil Fólkaflokkurin virka fyri at eldraøkið kemur undir kommununa alt sum tað er. Vit hava so at siga loyst barnaansingina og vilja loysa alt arbeiði innan eldrarøkt. Ìøgur skulu gerast sum koma at skapa arbeiðspláss fyri borgarnar í kommununi. Men fortreytin fyri at kommunan skal megna hesar uppgávur er, at vit hava eitt vælvirkandi vinnulív sum kann skapa arbeiðspláss og harvið skattainntøkur. Fólkaflokkurin er meira enn nakrantíð til reiðar at loysa hesar uppgávur. Og hesar uppgávur røkka út um alla kommununa.
Tað er umráðandi at tygum fara á val tann 9 november.
Stuðli okkum í arbeiðinum fyri einari góðari og sterkari Tórshavnar Kommunu við at seta X við lista A - Fólkaflokkin.










