Fyrst kavi og síðani stormur

DMI boðar frá kavastormi týsnáttina.

Køld luft við avfalli rekur inn yvir okkum av vestri. Í nátt kemur eitt nýtt brúgvalag inn yvir okkum av vestri og tað verður lýggjari eitt skifti, men út á dagin koma aftur køld luft og vetraræl inn yvir landið av vestri. Fyrst í næstu viku kemur væntandi eitt lágtrýst frá Írlandi á veg í ein norðan inn yvir landið.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, í kvøld av suðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur, kavi ella heglingur. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Í nátt hvassur vindur ella skrið av suðri og landsynningi, við hørðum hvirlum, sum makar eitt vet móti morgni. Sum frá líður skýggjað og regn, møguliga kavi at byrja við. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Í morgin

Hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s, við hørðum hvirlum av suðri og landsynningi, sum um morgunin og fyrrapart snarar í ein útsynning og makar vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, seinni ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og kavi og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s og mót morgni verður stormur ella hvassur stormur, 20 til 25 m/s. Samdrigið og kavaæl, um náttina nógvur kavi. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Týsdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 22 m/s. Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina av landsynningi. Fyrst skýggjað og vátaslettingur ella kavi, seinni samdrigið og kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

 

Mikudagin

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, skýggjað og nógv avfall, fyri tað mesta regn. Hitin millum 2 og 5 stig.