Fyrrverandi venjari hjá MB skal hjálpa Mourinho

Venjarin hjá MB í 1992 skal framyvir vera talentleitari hjá Manchester United.

Tað er danska Ekstrablaðið, sum í dag skrivar, at danski Tommy Møller Nielsen framyvir skal vera talentleitari hjá Manchester United í Skandinavia. Tommy Møller Nielsen vil ikki sjálvur vátta tíðindini fyri Ekstrablaðið, men sambært upplýsingunum hjá danska miðlinum bleiv avtalan við Manchester United gjørt fyri góðum mánað síðani.

 

Tommy Møller Nielsen er ikki ókendur í føroyska fótbóltsheiminum. Í 1992 var hann nevniliga venjari hjá MB, sum tað árið gjørdist akkurát ov stutt at flyta upp í bestu deildina. Í 1992 var 1. deild óvanliga tøtt, og var MB eitt av trimum liðum, ið bert vóru eitt stig aftanfyri tey bæði liðini, sum fluttu upp í bestu deildina hetta árið.

 

Tommy Møller Nielsen er eisini sonur kenda Richard Møller Nielsen, sála, ið var venjari hjá danska landsliðnum í 1992, sum framdi eitt tað størsta fótbóltsbragdið nakrantíð, tá ið danir púra óvæntað vunnu EM í Svøríki hetta árið. 

 

Sigast má, at venjarafeðgarnir høvdu eina ógvuliga ólílka venjaratilveru hetta vælsignaða árið. Hin yngri var venjari í 1. deild í Føroyum, meðan tann eldri gjørdist evropameistari í Svøríki.

 

Seinastu árini hevur Tommy Møller Nielsen havt ymisk venjarastørv hjá donskum feløgum sum Viborg, HB Køge og FC Vestsjælland.