Fyrrverandi unnustan hjá Jeffrey Epstein, Ghislaine Maxwell, er nú handtikin av amerikansku samveldisløgregluni í sambandi við pedofilmálið, sum byrjaði móti Epstein. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.
Ghislaine Maxwell, sum hoyrir til bretska vertskapin, er undir illgruna fyri at hava hjálpt Jeffrey Epstein at fáa blaðungar gentur til vega at mistnýta tær kynsliga og at trafikkera tær til vinmenn hjá Epstein.
Síðan ákærurnar móti Jeffrey Epstein komu undan kavi, hevur verið greitt, at fleiri av ungu gentunum vildu vera við, at Maxwell tók lut í at lokka genturnar til at nøkta Epstein kynsliga, men Maxwell hevur noktað allar skuldsetingarnar, og higartil hevur løgreglan ikki havt áhuga í at handtaka hana.
Jeffrey Epstein varð handtikin í New York í fjør, har hann varð skuldsettur fyri at standa fyri einum pedofilringi. Epstein doyði síðani fyri egnari hond í fongsulskliva sínum í Manhattan.