Fyrrverandi Uefa-forsetin Lennart Johansson er deyður

Lennart Johansson sovnaði stillisliga í deyðan í gjárkvøldið, skrivar svenska Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Sviin Lennart Johansson, sum var forseti í Evropiska Fótbóltssambandinum (Uefa) frá 1990 - 2007, er deyður. Hann gjørdist 89 ára gamal.

– Svenskur fótbóltur er í sorg. Lennart Johansson er deyður, skrivar svenska fótbóltssamabdnið, sum harumframt umppl´syir, at Lennart Johansson sovnaði stillisliga í deyðan eftir stutta sjúkralegu.

Hann var ein av størstu ítróttarleiðarunum í Svøríki.

Lennart Johansson hevur millum annað staðið á odda fyri menningini av evropiskum altjóða klubbkappingum, sum fyri Champions Leagues viðkomandi hevur útvegað nógvar milliónir krónur til fótbóltsfeløgini og Uefa.

Føroyingar minnast helst Lennart Johansson frá tíðini, tá Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt í 1990. Og okkara egni fótbóltsformaður tá, Tórleif Sigðursson, sáli, og Lennart Johansson kendust væl.

Lennart Johansson var áðrenn starvið í Uefa forseti fyri Svenska Fótbóltssambandi í seinna helmingi av áttatiárunum.

Og fyrr hevur eisini verið formaður fyri Allsvenskan-felagið AIK Stockholm. Tað var hann frá 1967 til 1980.

Lennart Johansson hevur ikki sjálvur spælt fótbólt í fremstu røð, men á fótbóltspolitiska pallinum hevur einki manglað hjá honum.

Kanska skuldi tað líka verið forsetasessurin í altjóða fótbóltssambandinum FIFA, har Lennart Johansson hevði ein av sínum sjáldsomu ósigrum, tá hann mátti boyggja seg fyri Sepp Blatter á stríðsvali í 1998.

Hann hevur tó roynt at verið varaforseti í Fifa.

Lennart Johansson var føddur 5. november í 1929 og var yngstur av fimm systkum í eini arbeiðarafamilju í Bromma uttan fyri Stokkhólm.

Longu sum 12 óara gamal gjørdist Lennart Johansson ítróttarleiðari, tá hann saman við vinunum stovnaði IK Hjelm fyri at spæla fótbólt, skoyting og hondbólt.

 

/ritzau/