Fyrrverandi tingmaður ávarar um íslendskar leigusveinar

– Tað eru eftir hondini nógvir føroyingar, sum tæna íslendskum áhugamálum í Føroyum, og harvið tosa teirra søk.

Soleiðis skrivar Janus Rein, fólkafloksmaður og fyrrverandi tingmaður í lesarabrævi í gjár, har hann staðiliga ávaraði ímóti ætlanunum hjá landsstýrinum at taka aftur uppsøgninga av Íslandssáttmálanum.

– Hetta kemst av, at íslendingar eiga so nógv feløg og virksemi í Føroyum, og tí eru nógvir føroyingar, bæði høgir og lágir, sum arbeiða fyri íslendingarnar og tæna teirra áhugamálum; tey kunnu í hesum føri sigast at vera tænarar í egnum landi; antin beinleiðis ella hjá øðrum føroyingi, sum er tænari hjá onkrum íslendingi, skrivar fyrrverandi løgtingsmaður.

Les eisini: Ávaring um Hoyvíkssáttmálan

Hann sigur víðari, at allir føroyingar, føroyskir politikkarar og føroysk embætisfólk mugu tí vera varin við, hvørjum tey lurta eftir, tá kjakast verður um Hoyvíkssáttmálan.

– Stutt sagt tí tað eru fleiri føroyingar, sum tosa fyri íslendskum áhugamálum og ikki fyri føroyskum áhugamálum, skrivar fyrrverandi løgtingsmaður, sum arbeiðir sum advokatfulltrúi hjá Axia advokatum í Havn.