Fyrrverandi stórpolitikari setir skrúðgongu í Havn

Fyrsti stjórnarleiðari í heiminum, ið alment viðurkendi, at hon er samkynd, kemur til Føroya at halda røðu á Faroe Pride skrúðgonguna í Havn í ár

Aftur í ár skipar LGBT í Føroyum fyri Faroe Pride skrúðgongu við tí endamáli at varpa ljós á rættindi hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum

 

Og í ár hava tey fingið fyrrverandi forsætisráðharran í Íslandi, Jóhonnu Sigurðardóttir at koma til Føroyar at verða høvuðsrøðari á tiltakinum.

 

Hon var fyrsti stjórnaleiðari í heiminum, ið alment viðurkendi, at hon var samkynd og hon kemur nú til Føroyar at vera við í LGBT skrúðgonguni saman við konuni, Jóninu Leósdóttir

 

Síðani seinastu Pride Skrúðgongu er nógv broytt og Faroe Pride skrúgongan í ár, sum verður 27. juli, verður nakað serligt. Síðani skrúgonguna í fjør, hava samkynd í Føroyum nevniliga fingið rætt til at ganga saman í hjúnalag og tað er av álvara ein marknasteinur í rættindum hjá samkyndum.

 

Hesi seinastu árini hava túsundatals fólk verið við í skrúgonguni, sum byrjar á Tórsvølli klokkan 15, haðani gingið verður oman ígjøgnum býin og niðan á Vaglið, har tað verða røður og tónleikur.

 

Hetta er áttandu ferð, at skipað verður Faroe Pride skrúgongu, og ein, sum fer at spæla á tiltakinum á Vaglinum hesa ferð, er Danny Baldursson, sum er kendur frá bólkinum Danny & The Vetoos. Onnur, sum fara at spæla eru Heiðrikur av Heygum, Grandma’s Basement, Linda Andrews, Maður Glotti, umframt onnur.

 

 

Og aftur í ár verða fólk heiðrað, sum hava skarað framúr í arbeiðnum fyri at rættindunum hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum. Ein heiðursløn er ársins, sum er nevnd eftir Rólandi Samuelsen, sum var ein av fyrstu føroyingunum, ið alment livdi sum samkyndur. Eisini verður ársins hinskynda heiðursløn, handað.