Tað verður fyrrverandi Real Madrid og Barcelona leikarin, Luis Enrique, ið skal venja Barcelona komandi tvey kappingarárini. Felagið kunngjørdi á heimasíðu sínari í gjár, at Luis Enrique hevði gjørt tvey ára sáttmála við Barcelona.
Luis Enrique spældi í Barcelona frá 1996 til 2004. Hann kom til Barcelona frá arvafíggindunum úr Real Madrid.
Luis Enrique hevur júst verið venjari hjá Celta Vigo, ið endaði á einum 9 plássi í bestu sponsku deildini. Áðrenn tað hevur Luis Enrique eisini verið venjari hjá AS Roma og eykaliðnum hjá Barcelona. Har avloysti hann Pep Guardiola, ið seinni fekk góð úrslit við Barcelona.
Luis Enrique spældi í síni tíð 62 dystir fyri spanska landsliðið, har hann skoraði 12 mál.
3 av málunum hjá Luis Enrique eru skotin móti Føroyum. Tað fyrsta gjørdi hann tann 4 septembur 1996, tá hann legði Spania á odda 1-0 á Svangaskarði. Hini bæði blivu skotin í Gijón í Spania, har spaniólar vunnu 3-1 á Føroyum tann 11 oktobur 1997.