Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag klokkan 16, er Jógvan Martin Olsen gestur. Hann bleiv í gjár kunngjørdur sum ein av fýra fótbóltsmennarum hjá fótbóltssambandinum. Hesum verður hugt nærri at í sendingini.
Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16
55 ára gamli toftamaðurin er fyrrverandi landsliðsvenjari, og tí er eisini upplagt at tosa um teir báðar landsliðsdystirnar, sum hava verið faru vikuna.
Til ber at hoyra Rás2 á netinum við at trýsta HER
Í landskappingini er spenningurin stórur undan næst seinasta umfari. Víkingur er oddalið, men hevur torførasta dystin eftir. Hann er sunnudagin móti B36. Í sendingini verður eisini mett um teir fimm dystirnar í 26. umfari í Effo-deildini.
Í SMS kappingini ber til at vinna ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór. Vit spyrja hvat nummar Cristiano Ronaldo hevði á troyggini móti Føroyum. Send rætta svarið inn á 559999, og tú ert við í lutakastinum. Spurningar og viðmerkingar kunnu somuleiðis sendast inn á 559999.
Effo-deildin 26.umfar:
Víkingur – B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ – B68 (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB – ÍF (15.00)
TB – Skála (15.00)
NSÍ – AB (15.00)