Fyrrverandi løgmenn um aðalorðaskiftið

Nú er glið av álvara komið í orðaskiftið um fullveldisætlan landsstýrissins.

Aðalorðaskiftið í tinginum um Hvítubók og fullveldisætlanini byrjaði í gjáramorgunin klokkan 10. Mangt hevur verið at hoyrt í fjølmiðlunum um málið upp undir aðalorðaskiftið, og ikki sýnist tað sum, at tingfólk úr ymisku flokkunum eru serliga samd um, hvørjar broytingar skulu gerast. Tað einasta, fólk eru samd um, er, at talan er um týdningarmiklasta orðaskiftið í Føroyum nakrantíð. Sosialurin hevur spurt fyrrverandi løgmenn, hvat teir halda um málið.