Fyrrverandi japanski fíggjarmálaráðharrin funnin deyður

Shoichi Nakagawa er í morgun funnin deyður í heimi sínum. Tað váttar japanska løgreglan. Hin 56 ára gamli fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin er funnin deyður í kamari sínum í íbúðini í Tokyo.

Tað er japanska tíðindatænastan, Jiji Press, sum ber tíðindini.

- Vit eru vorðin kunnaði um, at Shoichi Nakagawa er funin deyður, men vit vita einki um smálutirnar, sigur talsmaður fyri løgregluna í Tokyo.

Nakagawa noyddist frá sum fíggjarmálaráðharri, eftir at hann tóktist ávirkaður á einum tíðindafundi í sambandi við G7-fundin í Rom í februar í ár.

Sjálvur hevur hann sýtt fyri, at hann varð ávirkaður og segði, at hann var troyttur eftir flúgvitúrin, og at hann hevði tikið heilivág móti krími.

Shoichi Nakagawa ásannaði tó, at hann hevði drukkið nakað av víni afturvið matinum beint fyri umrødda tíðindafundin.

Hendingin førdi til eina politiska gølu í Japan, og fíggjarmálaráðharrin varð sagdur at hava sett landið í ringt ljós.

Í morgun er Shoichi Nakagawa so funnin deyður í íbúð síni í Tokyo.