Fyrrverandi franskur forsætisráðharri deyður

Lionel Jospin var forsætisráðharri í Fraklandi, samstundis sum Jacques Chirac var forseti

Sosialdemokraturin, Lionel Jospin, sum var forsætisráðharri í Fraklandi árini 1997-2002, er deyður, 88 ára gamal.

 

Tað upplýsir familja hansara yvirfyri fronsku tíðindastovuni, AFP, í dag.

 

Hann var forsætisráðharri í Fraklandi, samstundis sum Jacques Chirac var forseti.

 

Lionel Jospin bjóðaði seg fram sum forsetavalevni til valið í 2002, men rakk ikki aðru rundu, tí høgra-leiðarin, Jean-Marie Le Pen, fekk so stóra undirtøku.

 

- Jean-Marie Le Pen er pápi Marine Le Pen, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.