Burturhugur
Hóast hann er í bestu árum, er hann ein tann royndasti á fiskasøluøkinum í Føroyum. Hann hevur arbeitt og fingið sína læru undir flestu stjórum, sum hava verið á Føroya Fiskasølu upp ígjøgnum tíðirnar. At enda sat hann sjálvur við leiðsluni í hesi fyritøku, ið hevur havt um hendi ein stóran part av okkara fiskaútflutningi.
Maðurin er Hans Johs. á Brúgv, fyrrverandi stjóri í Føroya Fiskasølu.
Øll til Spaniu
Umborð á Norrønu í morgin til Danmarkar verða hann, konan og øll fýra børnini, sum eru millum 2 og 13 ára gomul.
Tey flyta øll til havnabýin, Valensia, einar 300 km. sunnanfyri Barcelona í Spaniu. Málið er fyribils sett til eitt á. Tað hevur konan, Hanne-Mi, sum er sjúkrasystir, ynskt. Um tíðin í Spaniu verður longri, veldst um, hvussu familjan fellir til.
- Saman við einum systursoni, koyra vit báðir teir 2700 km. niður til Valensia, meðan konan og børnini koma við flogfari úr Danmark. Tey verða ætlandi frammi einar tveir dagar seinni enn vit.
Hans Johs. sigur, at hann og konan vóru í Valensia fyri hálvari triðju viku síðan og kannaðu umstøðurnar.
- Vit hava leigað okkum eini hús í eini bygd, einar 20 km. uttanfyri sjálvan býin.
Fiskur og mál
Hans Johs. vil enn ikki siga so nógv um, hvat hann fer at takast við í Spaniu, men dylur ikki, at hann fer at arbeiða innan fiskivinnuna, har hann hevur sínar royndir.
- Fyrsta uppgávan hjá okkum verður at fáa familjuna at trívast í nýggja umhvørvinum, og her mugu vit øll gera okkara ítarsta.
Hann sigur, at spaniólar sum heild tosa sítt egna mál ? og bara tað, og tí noyðist familjan at læra seg spanskt so skjótt og væl sum tilber.
- Sjálvur skilji eg eitt sindur av sponskum, men tað røkkur ikki langt. So, vit hava øll nógv at læra og vilja fegin læra málið, meðan vit eru í Spaniu.
Dreymur?
Hans Johs. sigur, at tað hevur leingi verið ein dreymur hjá honum og konuni at sleppa at royna okkurt annað, og hann heldur, at hetta tískil er eitt gott høvi.
- Vit hava meldað okkum í kommununa á staðnum. Tey trý elstu børnini, sum eru ávikavist 13, 10 og 8 ára gomul, fara øll at ganga í sama skúla, sum liggur hálvan annan kilometur frá bústaðnum. Ætlanin er, at konan skal vera heima fyrra hálvárið, men hon kundi eisini hugsað sær at roynt arbeiðslívið í Spaniu, áðrenn vit venda heimaftur.
Hans Johs. á Brúgv leggur dent á, at trivnaðurin hjá familjuni í nýggja umhvørvinum verður altavgerandi fyri, hvussu langur steðgurin í Spaniu verður.
- Tí fara vit serliga í byrjanini at brúka tíð uppá henda partin av gerandisdegnum, sigur hann.
Øll eru tey spent at royna nýggju leiðina og nýggju møguleikarnar, ið bíða teimum fyri framman við miðalhavsbýin í Spaniu.










