Joao Havelange, sum var FIFA forseti frá 1974 til 1998, er deyður 100 ára gamal. Brasilski OL svimjarin frá 1936 er ein umstríddur maður í FIFA høpi.
Joao Havelange er maðurin, sum sat sum forseti til enn meira umstríddi Sepp Blatter tók við. Í 1974 bleiv Joao Havelange, ið eisini hevði sæti í olympisku nevndini – IOC – valdur til FIFA forseta.
Undir leiðslu av honum fór HM endaspælið frá 16 til 32 lond. Nakað sum eisini lýsir tíðina hjá sakføraranum í FIFA væl. Hann var við til at økja um aktivitetin hjá samgonguni, men hevur eini verið undir illgruna fyri mutur og óreint spæl.
Í 2013 frásegði hann sær heitið sum heiðursforseti í FIFA orsaka av ákærunum og skuldsetingunum. Joao Havelange bleiv 100 ár.