Fyrrverandi ETA-leiðari 105 ára fongsul

Í Spania hevur ein dómari dømt ein fyrrverandi hernaðarleiðara hjá baskiska loysingarfelagsskapinum ETA, Javier García Gaztelu, 105 ára fongsulsrevsing.

Í rættinum varð Javier García Gaztelu funnin sekur í at hava givið boð um eina bilbumbuspreinging, sum í februar í 2000 kostaði baskiska vinstrapolitikaranum Fernando Buesa og lívverja hansara lívið. Atsóknin elvdi til stóra vreiði, og um alt Spania gingu fólk mótmælisgongu ímóti harðskapinum hjá ETA.

Baskiska loysingarrørslan kunngjørdi fyri nøkrum vikum síðani, at hon fer at gevast við vápnaða stríðnum fyri einum baskiskum ríki á markinum millum Spania og Frakland.