Fyrrverandi býráðslimur: Støðan verri í 2004

-Heðin leyp frá skrivligari avtalu við Fólkaflokkin og síni egnu partafólk, sigur Høgni Mikkelsen.

Høgni Mikkelsen, fyrrverandi býráðslimir, vil ikki hava sitandi á sær, at støðan var betur fyri 12 árum síðani, enn hon er í dag.

 

Hann skrivar í viðmerking til Miðlahúsið soleiðis:

 

 

- Elin Lindenskov sigur at støðan fyri 12 árum síðani var ein onnur enn hon er í dag, tað kann eg geva henni rætt í, hon var verri tá, enn hon er í dag. Tá leyp Heðin Mortensen frá einari skrivligari avtalu við Fólkaflokkin og síni egnu partafólk, sigur Høgni Mikkelsen og heldur fram:

 

 

- Elin sigur, at Beate og Høgni ikki vildu hava Heðin Mortensen til borgastjóra, tað er ikki rætt. Valkvøldið skrivaðu vit trý  undir eina avtalu við Fólkaflokkin um at skipa eina samgongu, og at Fólkaflokkurin, sum størsti flokkur, skuldi hava borgarstjóran. Men somu nátt skrivaði Heðin eina avtalu við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin um eina aðra avtalu, uttan at vit vistu av nøkrum. Vit, Beate og eg, vildu ikki leypa frá gjørdu og undrskrivaðu avtaluni, men Heðin valdi at slíta alt samstarv við okkum. Longri er tann søgan ikki, sigur Høgni Mikkelsen og ynskir tí samgongu, sum til endans situr við róðri á Vaglinum góða eydnu.