Fyrrverandi alkolholikarar besti ráðgevin

-Tað er av sera stórum týdningi, at avhaldsfeløgini eru virkin. At tey virka kunnandi, vegleiðandi og duga at vísa á sonn lívsvirði. Ein alkoholikari við útbúgving innan evnið er helst tann besti ráðgevin, tí hann hevur bestu innlivingarevnini segði Jesper Grubach, ráðgevi á ráðstevnuni, sum Fráhaldsrørslan skipaði fyri í vikuskiftinum

Gestafyrilesari á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum leygardagin var danin Jesper Grubach, óvirkin alkoholikari, sum í dag starvast og hevur útbúgving sum ráðgevari innan misnýtslu. Hann helt fyrilestur um ung og misnýtslu.

Misnýtsla er ein partur av teirri menniskjaligu náttúruni. Vit eru øll misnýtarar. Vit vilja gera alt fyri at vera nøgd og hava tað gott. Um vit ikki eru misnýtarar av rúsdrekka ella rúsevnum, so eru vit misnýtarar av onkrum øðrum s.s. fartelefonum, sjónvarpi, mati, drekka, hjálpsemi v.m.
Tað, sum er grundleggjandi fyri rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu, er uppalingin. Hevur eitt barn altíð fingið góða umsorgan, virðing og kærleika, so gerst tað ikki misnýtari. Tað hevur fingið tað, sum tað skal hava fyri at hava tað gott. Rúsdrekka og rúsevni verða næstan altíð nýtt sum ein háttur at fylla eitt tómrúm í lívinum ella at flýggja frá veruleikanum við, segði Jesper Grubach.

Tey yngru gerast misnýtarar
Tað er hend ein broyting í danska samfelagnum. Tey í aldursbólkinum 16-25 ár eru tey, ið alsamt størri mun søkja eftir hjálp. Trupulleikin hjá einum ráðgevara er, at tey duga væl at tosa og snýta ráðgevaran, soleiðis at torført er at raka tey. Tey vilja vita, um ráðgevin er eins og "hini" tvs. foreldur, vinir og onnur tætt knýtt at teimum, helt Jesper Grubach áfram við.
Eingin byrjar uppá eina misnýtslu uttan, at viðkomandi fær okkurt burturúr. Oftani fáa tey eina falska kensla av, at tey fáa okkurt burturúr. Av teirri orsøk er tað ikki bert eitt mál at fáa tey burtur úr misbrúkinum, men áhaldandi at vegleiða misnýtararnar og geva teimum betri tilboð enn tað, ið misnýtslan gav teimum. Tað handlar um at fáa eyguni upp fyri røttum lívsvirðum, segði Jesper Grubach.

Vertshúsið sum heimstaður
Ein rúsdrekkamisnýtari kennir seg heima í einum føstum vertshúsi. Tvs. tað vertshúsið, ið misnýtarin altíð gongur á. Barrvørurin veit sum oftast, hvør misnýtarin er, tosar virðiliga og vinarliga við misnýtaran. Hetta gevur misnýtaranum eina kenslu av heimi og tryggleika. Tískil er tað góð samvera og virðing, sum misnýtarin ofta søkir. Hevði tað ikki verið fyri rúsdrekka, so hevði hann ikki kunnað fylt hetta nógv saknaða tómrúm út. Tískil leggur Jesper Grubach enn einaferð dent á, er tað sera torført sum ráðgevari at vísa misnýtaranum á onnur betri tilboð, sum tað rúsfría lívið borgar fyri.

Eins og fótbóltsdeildirnar
Jesper Grubach samanbar misnýtarar við eina deild í fótbólti. Ein misnýtari vil heldur vera best í tí ringastu deildini enn at liggja niðast í tí bestu. At liggja ovast í verstu deildini er t.d. at berjast mest, at drekka mest, at rópa harðast v.m. Politikarnir eru sera torførir at fáast við, tá ið umræður upplýsing og onnur kunnandi tiltøk. Tað skal altíð greinast og viðgerast út í æsir. Uttan avhaldsfeløg hevði eingin kunning verið, segði Jesper Grubach.

Hvat við pengum til upplðsing?
Tað er sera speisemiligt at hugsa sær, at í Danmark verða 25 % av játtanini til heilsuverkið nýtt til viðgerðir av misnýtarum av ymsum slag. Meðan loyvini at selja rúsdrekka og økja um útboðið støðugt skulu økjast, soleiðis at peningur kann fáast til vega at fíggja viðgerðirnar. Tískil vísir hann á tað sama, sum Martin Kúrberg vísti á, at pengar til upplýsing er tað, ið vit sum íbúgvar í einum samfelag av álvara hava tørv á.

Smábørn við brennivínssodavatn
Flestu handlarnir í Danmark eru givnir at selja sodavatnlíknandi brenninvín, men enn eru tað tey stóru sølustøðini, sum selja tað. Hjá teimum handlar tað bert um útboð og eftirspurning. Er eftirspurningurin har, ja, so verður tað selt, segði Jesper Grubach. Trupulleikin er tann, at hetta slag av brenninvíni verður sett við síðunar av vanligum sodavatni. Tað kemur meiri enn so fyri, at smábørn ganga og fylla seg við hesum innihaldi, tí tey halda tað vera sodavatn.

Niðurstøða
Jesper Grubach endaði við at siga, at tað er av sera stórum týdningi, at avhaldsfeløgini eru virkin. At tey virka kunnandi, vegleiðandi og duga at vísa á sonn lívsvirði. Ein alkoholikari við útbúgving innan evnið er helst tann besti ráðgevin, tí hann hevur bestu innlivingarevnini.