Fyrru fjórðingsfinalurnar í Europa League í kvøld

Fyrru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Europa League eru á skránni í kvøld.

Fyrru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Europa League eru á skránni í kvøld. 

 

Í Hollandi skulu AZ Alkmaar og Benfica bresta saman. Benfica slegði í farnu rundu Tottenham út úr kappingini og verður mett at vera millum favorittarnar í kappingini.

 

Í Sveits spæla FC Basel og Valencia. Valencia hevur tey seinastu nógvu árini enda millum tey fýra ovastu liðini í Spania. Nú er støðan broytt til tað, at Valencia liggur nummar 8 í Spania, nú tað resta 7 dystir. Tí er eingin ivi um, at spanska liðið vil enda kappingina væl í Europa League.

 

Í Portugal er ein spennandi dystur millum FC Porto og Sevilla. Hóast FC Porto misti fleiri týðandi leikarar undan kappingarárinum, er liðið allíkavæl komið í fjórðingsfinalurnar í Europa League. Í seinastu rundu slegði FC Porto italienska felagið Napoli út úr kappingini. Sevilla spældi seg víðari eftir brotssparkskapping, tá liðið møtti Real Betis. 

 

Størsti favoritturin í kappingini er uttan iva italienska stórliðið Juventus. Juventus skal í kvøld til Fraklands at leika móti Lyon. Juventus er oddalið í italiensku Serie A, meðan Lyon liggur á 5 plássið í bestu fronsku deildini.

 

 

Finalan í kappingini um Europa League verður spæld í Torino tann 14 mai í ár.

 

 

20:05

AZ Alkmaar - Benfica

 

20:05

FC Basel - Valencia

 

20:05

FC Porto - Sevilla

 

20:05

Lyon - Juventus