Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal viðurkennir, at áskoðararnir á Anfield leikvøllinum skaptu eina ótrúliga rammu, og hann viðurkennir eisini, at Liverpool spældi væl í 2-0 sigrinum á Manchester United í fyrru áttandapartsfinaluni í Europa League, men hann er misnøgdur við bæði málini.
Sambært Louis van Gaal var 1-0 málið ikki brotsspark, og 2-0 málið skuldi ikki verið loyvt, tí talan var um offside.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr og síggj hvat Louis van Gaal hevði at siga aftaná dystin á Anfield leikvøllinum í kvøld.
Talan er um eitt brot frá BT Sports. sum BeanymanSports hevur lagt út.