»Fyrr kastaðu vit rotin egg nú góðtaka vit russararnar«

Vit hava sett skiparanum á russiska skipinum, Adminiral Starikov, stevnu fyri at vita, hvat teir takast við, og hvussu teir trívast her um okkara leiðir. Umborð á stóra, gráa og eitt sindur rustaða skipinum fáa vit heitar kanelbollar og sild í dós. - Russararnir hava tað gott, sigur Árni Dam, sum er russiskur konsul.

Tá vit koma umborð á Admiral Starikov, sum russiska skipið verður kallað, taka Árni Dam, sum er russiskur konsul, og skiparin, Konstantin Shulpin, blídliga ímóti okkum.
 
Vit verða boðin niðan í kamarið hjá skiparanum, og á borðinum standa smákøkur og mjólk úr Russlandi. Vit seta okkum inn á bonkin, og Konstantin setur seg við skrivaraborðið. Skiparin sigur ikki tað stóra, tí hann dugir ikki so væl at málbera seg á enskum, men hann er blíður og í góðum hýri. Árni og hann práta saman á russiskum, og síðan greiðir Árni okkum frá, hvat skiparin sigur.
 
- Hetta reiðaríið eigur 89 skip og er eitt tað frægasta, sum kemur til Føroya. Teir hava fiskað sild beint uttan fyri føroyska markið og hava fingið heili 2420 tons, sum manningin nú fer at umskipa til eitt annað skip. Manningin telur 83 mans og fimm kvinnur, sum arbeiða í kabússuni, sigur Árni.
 
Hann leggur afturat, at vanliga eru russisku skipini bert ein til tríggjar dagar í Føroyum í senn:
- Teir royna at lossa fiskin sum skjótast, bunkra, keypa mat og fara síðan avstað aftur. Tað kemur tó onkuntíð fyri, at manningin noyðist at fáa hjálp frá okkum.
 

- Vit geva teimum nóg mikið av øllum, so teir klára seg. Í flestu førum fær manningin mat og klæðir, sum vit saman við øðrum sjálvbodnum, heilsølum og matvøruhandlum hava savnað inn, sigur Árni, meðan skiparin, Konstantin, býður okkum kola í blikkum:
 
- Gerið so væl. Um eina løtu fáa tit køkur, sigur hann á hálvbrotnum enskum. Árni heldur fram at greiða frá:
 
- Eg havi einaferð upplivað, at manningin umborð á einum skipi ikki fekk løn í tvey ár, tí reiðaríið var illa fyri fíggjarliga. Fyrr í ár hoyrdu vit um eitt russiskt skip, har manningin ongan mat hevði yvirhøvur og slapp ikki heim. Men tað er einasta ferðin í ár, at tað hevur staðið so illa til, og tíbetur er tað sjáldan, at russararnir í Føroyum veruliga hava brúk fyri hjálp frá okkum, greiðir Árni frá.
 
- Hóast manningin umborð ikki altíð er so illa fyri, fara vit sum oftast umborð við minst einum platti av mati, skoytir hann uppí.
 
Skiparin nikkar og sigur, at manningin fegnast um blíðskapin frá føroyingunum, hóast starvsfólkini umborð sum oftast bert eru heimanífrá fýra mánaðir í senn:
- Flest øll fáa bert 4000 krónur í løn um mánaðin, og tá eru tey væl lønt, um hugsað verður um lønarviðurskiftini í Russlandi, sigur Konstantin.
 
- So tað eru ikki rík fólk, vit hava við at gera, men heldur ikki blóðfátøk, leggur Árni afturat.
 
Ein kvinna kemur inn í skiparakamarið og setur eitt fat við stórum rómakøkum á borðið. Hon sigur ikki tað stóra, men heilsar og biðjur okkum fáa okkum eitt køkustykki á ein serviett aftur við sodavatninum:
 
- Russararnir eru eitt serstakliga fitt fólkaslag, sigur Árni og fortelur, hvussu glaðar allar kvinnurnar og sjómenninir verða, tá hann kemur við klæðum og øðrum til teirra:
 
- Í gjár, tá eg kom við klæðum, leikum, leðurmøblum, keyboardum og onkrum sjónvarpi, vóru kvinnurnar so fegnar, at tær mussaðu meg á kjálkan, sigur hann og sker útúr at flenna. Eftir eina løtu tagnar hann og sigur, at russararnir duga ótrúliga væl at umvæla tól.
 
- Vit geva teimum í heilum sjónvørp og útvørp, sum føroyingar ikki skoyta um. Men eitt, tvey, trý, so hava russararnir longu fingið tólini at rigga.
 
- Fyrr vóru russararnir ofta á Brennistøðini á Sandvíkarhjalla og funnu ymiskt, teir kundu umvæla og síðan brúka, men tað sleppa teir tíverri ikki longur. Tað er ógvuliga synd, sigur Árni harmur.         
 

Spurdur, um russararnir hava tað betri nú enn fyri nøkrum árum síðani, ivast Árni ikki:
 
- Teir hava tað munandi betri nú. Støðan hjá teimum er nakað tað sama, sum okkara. Fyrr kastaðu vit við nógvum fordómum hatur á russararnar serliga í 1981 fingu russararnir eina harða viðferð men í dag góðtaka vit teir og eru góð við teir.
 
Árni vísir á, at føroysku myndugleikarnir og Landssjúkrahúsið somuleiðis hava verið positiv og hjálpsom mótvegis russarunum seinastu árini:
 
- Tey ráðandi hava syrgt fyri, at russararnir sleppa frá at sigla heim aftur. Nú kunnu teir flúgva úr Føroyum og heim uttan at fáa sær visum hvørja ferð. Landssjúkrahúsið hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði, og læknarnir eru altíð til reiðar at taka ímóti sjúkari manning, staðfestir Árni.
 
Enn eina ferð kemur ein kvinna inn í kamarið hjá skiparanum. Hesa ferð við einum stórum fati við nýbakaðum bollum.
 
Skiparin sigur alt fyri eitt, at kokkurin júst hevur bakað bollarnir til okkara:
- Serstakir kanelbollar frá kokkinum. Fáið tykkum, sigur hann, veipar við ørmunum og fer at leita eftir onkrum. Lítla løtu seinni kemur hann aftur við fýra dósum av sild í laka:
 
- Hetta kunnu tit taka heim við at eta. Sildina hava vit framleitt, sigur hann og setur seg aftur við skrivaraborðið.
 
- Tað sosiala hevur stóran týdning í mínum arbeiði, staðfestir Árni enn eina ferð.
 
Vit takka fyri sildina og fáa okkum ein bolla. Skiparin hevði rætt. Bollarnir eru nýbakaðir og enn heitir.
 
Árni og skiparin práta aftur saman á russiskum. Ikki skilja vit tað stóra, men brádliga flenna teir í kíki eftir einari krøniku.
 
Samanumtikið má sigast, at russararnir síggja út til at trívast væl og at hava tað gott umborð. At lønin nú eisini er vorðin betri, ger tað ivaleyst hugaligari hjá teimum at liggja so langt heimanífrá longu vetrardagarnar. Og prikkin yvir i'ið fáa teir óivað við heitum bollum og umsorgan frá Árna.
 
 FAKTA
Á www.portal.fo ber til at síggja kykmynd av vitjanini umborð á Admiral Starikov. Somuleiðis eru fleiri myndir í Sosialinum í kvøld.