- Fyrr ella seinni endar trupulleikin hjá okkum.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum, er alt annað enn fegin um gongdina í fiskivinnuni.
Tað er serliga hesir ovurdýru skipahandlarnir, hann hugsar um.
Hann vísir á, at tað eru nógv dømi um, at skip og fiskirættindi verða keypt so dýrt, at tað er ógvuliga torført at fáa skilagóðan rakstur burturúr.
Tú ivast hann ikki í, at fyrr ella seinni fara reiðarar at krevja, at hýrurnar hjá manningunum skulu lækka fyri at fáa bíligari rakstur.
Hann sigur, at hetta er ein gongd, sum tey longu merkja.
- Í okkara dagliga samskifti við reiðarar fáa vit í heilum at vita frá teimum, hvussu tungt at tað er reka skipini.
Kortini staðfestir hann, at í teimum samráðingum, sum hava verið við reiðararnar, eru enn ongi formlig krøv komin um at lækka hýrurnar.
Men hann er púra sannførdir um, at fyrr ella seinni endar hesin trupulleikin á samráðingarborðinum, tí rokningin skal jú gjaldast og tað er onki at ivast í, at hon verður bara skumpað niður ígjøgnum skipanina, so at hon til seinast at enda hjá manningini.
Hinvegin ger hann eisini púra greitt, at tað verður av ongum.
- So leingi hesir garvillu skipahandlarnir fara fram, kemur ikki upp á tal at slaka fyri krøvum frá reiðarum um at lækka hýruprosentið, sigur Eyðstein Djurhuus.
Ongin viðmerking til lønarkrøv
Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagið hevur als onga viðmerking til krøvini, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum boðar frá í aðrari grein her á síðuni.
Men hann staðfestir, at tað er ikki almenna áskoðanin hjá Reiðarafelagnum, at býtið ímillum skip og manning skal broytast, soleiðis sum Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið boða frá í eini viðmerking til lógina um vinnuligan fiskiskap.
- Hvat onkur einstakur reiðarari kanska hevur sagt ella ikki, kann Reiðarafelagið onki gera við, sigur Jákup Sólstein.
- Vit hava ikki boðað frá okkara støðu til hýruprosentini fyri nakran skipabólk og tað ætla vit heldur ikki at gera, fyrrenn samráðingar verða, sigur Jákup Sólstein.
LEs eisini greinina "Fiskimenn og reiðarar brynja seg til harðan dyst".