Fyritøkur hjá Føroya fólki skulu seljast

EFTIR ætlan landsstýrisins skulu almennu fyritøkurnar nú seljast. Í ólavsøkurøðu løgmans verður sagt, at »landsstýrið hevur í hyggju at seta eina nevnd at virðismeta stovnar og partafeløg, sum landið eigur. Nevndin skal gera uppskot um, hvørjar av hesum ognum landið hóskandi eigur at selja, nær tað eigur at verða gjørt og í hvørji raðfylgju«. Einki verður sagt um, hvørjar stovnar ella hvørji partafeløg, landsstýrið hevur í hyggju at selja. Men tey stóru partafeløgini eru Føroya Banki, Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasøla, Føroya Tele og Faroe Airways.

HESI nevndu feløg ? uttan Føroya Tele ? komu øll í trupulleikar í kreppuni, og tað var neyðugt hjá landskassanum at seta pening í. Talan var um nógvan pening ? útvið tríggjar milliardir krónur tilsamans, sum føroysku skattgjaldarnir máttu gjalda og knógva undir. Føroyski skattgjaldarin ? ella Føroya fólk ? eigur tí hesi feløg í dag.


FELØGINI verða øll rikin á vanligum búskaparligum grundarlagi, eftir vanligum marknaðartreytum, og tí skuldi verið líka mikið, hvat navn stendur á partabrøvunum, Hanus ella Janus, ella Føroya Landsstýri. Feløgini ganga væl. Leiðslurnar eru góðar og líkt er til, at landsstýrið og Fíggingargrunnurin hava verið heppin í nevndarvali. Kanska hepnari enn um talan var um ein vanligan aðalfund, har eitt nevndarval sum oftast var avgjørt frammanundan. Hugsið bara um aðalfundirnar ? glantrileikirnar ? í gamla Føroya Banka og Sjóvinnubankanum!!!


HVÍ er tí so umráðandi at selja hesi feløg longu nú? Ein orsøk er sjálvandi hon, at í einum liberalistiskum samfelag er natúrligt, at hesi feløg eru privat ogn. Men í einum slíkum samfelag er heldur ikki vanligt, at feløg vera loftað í so stóran mun, sum gjørt varð í Føroyum í nítiárunum. Men vórðu hesi feløg ikki loftað, so hevði kreppan óivað verðið nógv verri. Ein onnur orsøk er, at summar borgarligar kreftir tola ikki, at tað almenna ? felagsskapurin hjá okkum øllum ? eigur ognir, ella virki, serliga um tey ganga væl. Ein triðja orsøk er, at altjóða rákið er at privatisera alt sum er alment. Ein fjórða orsøk ? og tað er helst orsøkin hjá landsstýrinum við tí vinstrahalla Tjóðveldisflokkinum ? er at útvega landskassanum pening til fullveldisætlanina ? ella skiftistíðargrunnin.


MEN neyvan fer føroyski skattgjaldarin, sum legði rygg til at bjarga føroyska samfelagnum, at góðtaka, at hesar almennu fyritøkur verða seldar nøkrum fáum. Kanska einstaklingum ella fyritøkum, sum fingu sanering í kreppuárunum! Skulu tær seljast, eigur føroyski skattgjaldarin ? sum enn ikki er komin úr kreppuni og fingið ráð til umvælingar, ábøtur, endurnýggingar o.a. ? at hava sín nátúrliga rætt til at gerast ánari í hesum fyritøkum.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....