Familjan má í fleiri førum taka um endan, um tey skulu hava virðiligt lív. Hetta vísir nýggja og umfatandi kanningin, sum Granskingarstovan hevur gjørt fyri MBF. Tað er stórur tørvur á bústøðum og arbeiðsplássum til hendan lutfalsliga stóra samfelagsbólk, umframt at peningaliga upphæddin, sum tey fáa frá Almannastovuni ikki er nóg høg til, at tey kunnu klára seg sjálvi. Kanningin vísir eisini, at teir fyritíðarpensjonistar, ið hava góða og sterka familju, eru betri fyri enn teir, ið ikki hava familjuna at hjálpa sær. Nógvir av føroysku fyritíðarpensjónistunum kenna seg sera einsamallar, og kenna ikki at teir eru partur av samfelagnum. Staðfestast kann, at viðurskiftini í Føroyum ikki eru nóg góð, og at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki.