Seinasti fyrispurningurin, sum Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður fekk á tingi, var frá Henriki Old, sum vildi hava landsstýrismannin at greiða frá, nær væntast kann, at vanligt seyðamedisin aftur kemur út í handlarnar runt um landið, ið hava handkeypssølu fyri apotekið.
Suðuroyar tingmaðurin vildi eisini hava at vita, um væntast kann, at prísurin á seyðamedisini kemur á eitt rímiligt støði.
Sum vanligt medisin meinti landsstýrismaðurin við t. d. fyribirgjandi medisin so sum medisin fyri orm, sum í dag er upp á resept.
? Tað sum hendi fyir nøkrum árum síðani var, at t. d. Combinex var koyrt undir forskriftskyldu. Grundgevingin var, at royndirnar høvdu víst, at hetta slag av medisini var brúkt móti øllum sløgum av sjúkum hjá seyði.
? Eg havi heitt á landsapotekarin, fyri at taka hetta mál upp av nýggjum. Landsapotekarin upplýsir, at arbeitt verður við at gera nakrar vegleiðiandi reglur til hetta omanfyri nevnda medisin. Síðani er ætlanin, at hetta medisin aftur kann fáast í handkeypssølu, segði Kristian Magnussen í svarinum til Henrik Old.
Kristian Magnussen segði víðari, at upplýst verður frá Apotekinum, at seyðamedisin í Føroyum er á einum rímiligum kostnaðarstøði, á hædd við londini rundan um okkum. Tað, sum kostar nakað í dag er, at hvørja ferð ein bóndi skal hava seyðamedisin upp á forskrift, skal gjaldast fyri forskriftina hjá djóralæknanum.