Við gleði hoyrdu vit teg alment boða frá, at byggingin av Tekniska Skúlanum í Tórshavn skal byrja í ár. Sigast má, at hesin skúlin hevur víst eitt kinesist tol. Eg minnist tá ið flutt var í leigaðu barakkinar hjá kommununi, og eg minnist eisini troystartalurnar um, at hetta bert var ein fyribils loysn, sum nú kortini hevur vart í næstan 30 ár. Mong eru tey, sum fara at fylgja væl við um títt lyfti fer at halda.
Hví skal vinnan gjalda?
Eftir sum tú nú hevur víst positivan áhuga fyri Tekniska Skúlanum í Tórshavn, havi eg ein spurning, sum eisini hevur nakað við umrødda skúla at gera:
Hin 12. november 2002 legði Annlis Bjarkhamar uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina um yrkisútbúgvingar, soleiðis at vinnan ? lærumeistarin - nú aftur skal gjalda skúlapengar, ella rættari sagt, tað almenna skal hava stuðul frá tí privata, meðan lærlingurin ikki er til arbeiðis, av tí at hon/hann eru í skúla.
Grundgevingin fyri hesum uppskoti er sera løgin, og ljóðar soleiðis :
"Nú nógv virksemi er í handverksvinnuni metir landstýrið, at henda vinna ikki hevur tørv á stuðli í tann mun, sum talan var um í kreppuárunum".
Óskiljandi grundgeving
Hetta er ein óskiljandi grundgeving. Her er als ikki talan um nakran stuðul, men um pengar til skúlanæmingar, sum ikki fáa SU. Málið snýr seg um skúlapengar til næmingar, sum landsstýrið hevur álagt vinnuni at rinda.
Landstýrið hevur við hesi lóg býtt allar skúlanæmingar í tveir bólkar nevnliga: Næmingar í handverksskúlunum og næmingar í øllum øðrum skúlum. Vinnan skal rinda skúlapengar til tann fyrst nevnda bólkin, meðan tað almenna rindar fyri allar hinar skúlarnar.
Mín spurningur til Fólkaflokkin, Føroya Vinnuflokk og til tín Òla Breckmann er :
1.)Hví tóku tit undir við uppskotinum hjá Annlis Bjarkhamar ?
2.)Hví leggja eyka byrðar á vinnuna ( u.l. kr. 3,875 mió um árið ) sum tú áður hevur verið við til at taka burtur ?
3.)Hví taka tit undir við at allir skúlanamingar skulu ikki vera líka, men heldur býtast í tveir bólkar ?
4.)Var tað ikki júst tín partamaður ? løgmaður, sum í Ùtvarp Føroya greiddi frá, at vit eiga at hjálpa og stuðla teim skúlanæmingum, sum al oftast vera verandi í Føroyum ?
5.)Hevur tú ætlanir um at gera nakað við hetta mál í samband við komandi fíggjarætlan ?










