Finnur Helmsdal, tingmaður
Kári á Rógvu, løgfrøðingur sigur við Útvarpið mánadagin, at fyrispurningar, sum tingmenn seta landsstýrismonnunum eru ov tíðarkrevjandi og ein beinleiðis forðing fyri útinnani av demokratinum í politiska arbeiðinum.
Nú skal eg ikki ditta mær at greiða skrivaranum í Grundlógarnevndini, frá demokratisku viðurskiftum okkara. Men eg tori at siga, at handan viðmerkingin hjá Kára á Rógvu var nokk so nógv við síðuna av.
Tað er nevniliga soleiðis fatt á Føroya løgtingi, at skiftandi samgongur hava niðurprioriterað demokratiið rættiliga nógv, og vit kunnu siga, at tær seinastu samgongurnar hava verið samdar um at flyta demokratiið úr tingsalinum í okkurt samgonguhøli.
Andstøðan hevur í nógv ár verið so dyggiliga hildin uttanfyri, og hóast núverandi løgmaður sum andstøðuleiðari átalaði slíkt harðliga, so er ongan tíð so illa statt, sum júst nú. Seinasta dømi um hetta er, at landsstýrismaðurin í almanna- & heilsumálum heldur bjóðaði pressuni enn andstøðuni við til eina gjøgnumgongd av lógaruppskoti um ílegugransking. Og tað er kanska enn eitt dømi um, at demokratiið er seyðrað úrturúr tingarbeiðinum, nevniliga at stóru bløðini eru eitt við samgonguna.
Nei, Kári á Rógvu, kanska taka fyrispurningarnir tíð, men teir eru í dag einasta trygdin fyri, at nakað av demokratiið er innan okkara tinggátt. Fyrispurningarnir tryggja, at mál verða tikin upp. Teir tryggja, at ávíst orðaskifti fer fram á tingi, og teir geva einum kensluna av, at Føroya løgting ikki er ein 100% afturlatin losja, har andstøðan als onga atgongd hevur. Men verða fyrispurningarnir avmarkaðir ella avtiknir, so kann verða, at Jóannes og teir megna at fullgera verkið.
Skal leggja afturat, at tað hevði verið pínliga lítið at gera í tinginum, um ikki munnligir fyrispurningar vóru á skrá hvønn mikudag umframt teir skrivligu. Tá hevði mest sum verið sløkt alla tíðina í tingsalinum.