Fyrisitingarligt eindømi

Aðalstjórin í Mentamálaráðnum veit ikki at siga um líkninda dømi, har tilmæli hjá setunarbólki ikki verður fylgt í sambandi við starvssetan

STARV

Formaðurin fyri setunarbólkin, sum eisini er aðalstjóri í Mentamálaráðnum, Petur Petersen, hevur lítlar og ongar viðmerkingar til málið um setanina av landsantikvari.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til, at landssstýrismaðurin, Annlis Bjarkhamar, hevur valt ikki at fylgja tilmælini frá setunarbólkinum, har hann sjálvur var formaður.
Hann sigur seg tó ikki kenna til nakað líknandi dømi, har tilráðingin hjá einum tílíkum setunarbólki ikki verður fylgd.
Samstundis sum søkt varð eftir landsantikvari, so varð eisini søkt eftir einum landsskjalavørði. Hesin varð settur uttan stórvegis hóvasták.
Annlis Bjarkhamar sigur, at tað er kanska ein lítil munur á málsviðgerðunum, men í báðum førum verður funnið fram til tann best egnaða til starvið.