Fyrireikingarnar til OyL byrja í dag

Landsliðsvenjararnir Bárður  B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu hava í dag kallað 22 leikarar til fyrstu venjingina hjá manslandsliðnum í flogbólti. Venjingin fer fram í Havn.

 

Seinastu Oyggjaleikir vann liðið silvur, og málið komandi ár á Oyggjaleikinum í Gotlandi er aftur at røkka heiðursmerkjunum.

 

Leikararnir í venjingini í dag eru samansetti av teimum leikarum, sum vóru á A-landsliðnum seinast, tá liðið var við í kappingini í Luksemburg í undankapping til HM/EM, og teimum leikarum, sum hava verið á U 19 landsliðnum seinasta árið.