Fyrireikararnir púra paff av undirtøkuni

Fyrireikararnir av Sjómannadegnum í Klaksvík eru ovfarnir av, at undirtøkan fyri degnum gjørdist so stór. Sjómannadagurin verður endurtikin í august mánaði næsta ár

Ein ørgrynna av fólki var til Sjómannadagin í Klaksvík leygardagin. Fyrireikararnir rokna við, at millum 2 og 3.000 fólk vóru á Stongunum leygardagin, og longu frá morgunstundini var fult av fólki til tiltakið.
 Vit eru púra paff av, at so nógv fólk komu til tiltakið. Vit høvdu ikki droymt um, at tað fóru at koma so nógv fólk, sigur Oliver Joensen, sum er ein av fyrireikarunum av Sjómannadegnum.
Hann staðfestir, at Sjómannadagurin er komin fyri at vera.
 Sjómannadagurin skal vera eitt alternativ til onnur stór tiltøk í Norðoyggjum, dagurin skal í størsta mun verða ókeypis, og næsta ár ætla vit, at tiltakið skal vera enn størri, sigur Oliver Joensen.

Varðandi framsýning
Hann heldur, at tiltøkini á Sjómannadegnum riggaðu sær væl, og at onkur av teimum kundu blivið verðandi í býnum.
 Framsýningin av livandi fiski, krabbum, hummarum og øðrum kundi saktans verið permanent. Klaksvík skuldi havt eitt akvarium av onkrum slagi, so at børn og vaksin alt árið kundu sæð livandi fisk og spælt við krabbar.
 Tað skal ikki vera tað almenna, sum skal standa fyri einum slíkum akvarium, tí so verður tað alt ov dýrt, men heldur skuldu onkur feløg, fiskimenn ella privatpersónar tikið sær av tí, sigur Oliver Joensen.
Enn er dagfesting ikki sett á Sjómannadagin í 2006, men tað verður gjørt sum skjótast. Fyrst skal finnast fram til, nær streymurin er harðast, og so verður dagurin lagdur tann leygardagin, sum helst verður í august.