- Vit vænta, at samráðingarnar verða harðar.
Tað sigur Georg F. Hansen formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Sáttmálarnir ímillum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, ganga út á midnátt 30. apríl.
Sostatt standa sáttmálasamráðingar fyri framman og aftur hesa ferð hava arbeiðarafeløgini avgjørt at samráðast saman.
Georg F. Hansen sigur, at tey hava gjørt eitt felags samráðingaruppskot, men hann vil ikki avdúka smálutirnir í tí.
Aftur hesa ferðina væntar hann harðar samráðingar, og úrslitið skal í minsta lagi vera ein lønarhækking, sum ber í sær, at keypiorkan ikki minkar. Men feløgini skulu eisini hava aðrar ábøtur í sáttmálan.
Eitt, hann hugsar um, at at fáa fleiri aldursviðbøtur í sáttmálan.
Men hann átalar eisini framferðina hjá samgonguni í hesum sambandi.
- Í seinastu samráðingunum var eitt av krøvunum frá arbeiðsgevarunum, at endaðu samráðingarnar við verkfalli, skuldi tað ganga ein vika frá tí at vit lýstu verkfall til tað kom í gildi.
Men tað vildu arbeiðarafeløgini undir ongum umstøðum góðtaka og tað kravið var eisini tikið av borðinum aftur
Men í var samtykti samgongan so eina lóg sum kravdi, at øll fakfeløg gjørdu eina fráboðarnaravtalu, við arbeiðsgevararnar í sambandi við verkfall.
Sostatt hava vit nú eina fráboðanarskyldu á dagar, frá tí, at ein samráðing er slitnað, til vit kunnu fara í verkfall, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag
- So tað sum arbeiðsgevarafelagið ikki fekk ígjøgnum við samráðingunum, hava Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, gjørt fyri teir, leggur hann speiskliga afturat.