Bretska blaðið The Guardian vil vera við, at USA og Bretland eru í ferð við at fyrireika álop á kjarnorkuútbúnaðin í Iran, og at ein nýggj frágreiðing, sum kemur frá altjóða kjarnorkustovninum IAEA í næstu viku, skal brúkast sum grundarlag fyri álopinum.
Harafturat veit blaðið at siga, at í síðstu viku royndi ísraelska hermegin eina nýggja rakett, sum kann bera eina kjarnorkuløðing, og at Benjamin Netanyahu, forsætiaráðharri, roynir at fáa stjórnina at taka undir við einum álopi á iranska kjarnorkuútbúnaðin.
Sambært The Guardian ætla amerikanararnir at bumba hernaðarlig mál í Iran, og bretska verjumálaráðið sigst vera til reiðar at seta herskip og kavbátar inn í eitt møguligt álop.
New York Times veit at siga, at teir amerikonsku myndugleikarnir ætla at senda fleiri herskip til Iran-leiðina, og at Washington fer at leggja seg eftir at fáa góð viðurskifti við Saudiarabia, Kuwait, Bahrain, Qatar, Sameindu arabisku emiratini og Oman.