Á Tvøroyri eru nakrar kvinnur farnar at umhugsa at gera ein kvinnulista til býráðið, og ein teirra er Marjun Olsen, sum umboðaði Sambandsflokkin í býráðnum frá 2004 til 2008.
Leygardagin høvdu Valkyrjurnar á Tvøroyri ein fund, har løgd varð fram ein kanning av kvinnuligari umboðan í kommunupolitikki ávikavist á Tvøroyri og í Vestmanna.
Tá var tað, at Marjun Olsen reisti spurningin, um nú ikki var rætta listan at gera ein kvinnulista.
- Tað situr bara ein kvinna í býráðnum, og tað er ov lítið. Kvinnur og menn hugsa ikki eins, og neyðugt er at fáa fleiri kvinnur í býráðið at røra í pottinum, sigur Marjun Olsen.
Hon veit, at flestu flokkar hava ilt við at fáa fólk á listan, men tað kundi hent, at kvinnur heldur vilja stilla upp á einum partapolitiskum kvinnulista.
- Annars haldi eg, at á bygd er ikki rætt við partapolitiskari uppstilling. Kommunalpolitikkur snýr seg ikki um partapolitikk, sigur Marjun Olsen.