Fyrireika Barnafestivalin í Grasagarði

Tey eru nú farin at selja atgongumerkið til Barnafestivalin, sum verður í Grasagarði í havn 6. juli.

 

Hetta er sætta árið, at Margarinfabrikkin skipar fyri Barnafestivalinum við tí endamáli at geva børnum og ungum góðar upplivingar í einum jaligum umhvørvi, har tey kunnu menna sínu kreativu evni og styrkja um teirra sjálválit.

 

– Øll famlijan er boðin við til ein ógloymandi dag, har fokus verður sett á barnamentanina í Føroyum, siga fyrireikararnir.

 

Í ár fara stjørnur sum Karoline frá X-factor, og nógv onnur góð føroysk nøvn sum Jensina, Óvita Blues band, Hjørdis Johansen, Orkestrið, Talent børnum at framføra.

 

Festivaløkið er á tremum við nýggjum og kendum aktivitetum sum t. d. klatriveggi, judo, acroland, bogaskjóting, vatnbóltum, andlitsmáling og smábarnaøki.