Fyrireika ársins 80-araveitslu í kvøld

Tað verður uttan iva aftur ein brakandi sukse, tá H71 í kvøld fyri aðru ferð skipar fyri ársins 80'arakvøldið í Hoyvíkshøllini

Tað var ein brakandi sukse, tá hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík í fjør skipaði fyri stóra tiltakinum »Aftur í 80'ini«. Hoyvíkshøllin var á tremur, og nógv fólk stóðu uttanfyri, sum ikki sluppu inn.

 

Í kvøld verður tiltakið endurtikið. Eins og í fjør, so verða tað Showmenn, sum fara at spæla til dansin, eins og kendu plátuvendararnir frá 80'inum, Finn Jensen og Niels Jensen fara at venda plátum – bæði upp á gamla mátan við plátum og plátuspælara, men sjálvandi eisini við teldu.

 

Showmenn hava rættiliga spílað seg út til tiltakið í kvøld og hava við sær eisini blásarar, sum fara at seta enn meira dám á 80'aratónleikin. Menn frá Ljóðtøkni hava eisini sett dám á við ljóði og ljósi – og við eyðkendu diskokúlunum undir loftinum við bleiktrandi ljósinum.

 

Slík tiltøk, sum byggja á afturhvarv, eru rættiliga vælumtókt í Føroyum. Hondbóltsfelagið Neistin skipaði í nógv ár fyri serstakliga vælumtókta tiltakinum »Aftur í 60'ini«, sum byggir á sama konseptið – at venda aftur til tíðina og tónleikin, sum var. Fyrsta tiltakið hjá Neistanum av hesum slag var í 1988, og tað konseptið helt í næstan fjórðingsøld. Ungmannafelagið Skansastova skipaði eisini seinast í sjeytiárunum fyri einum tiltiknum 60'ara tiltaki, Poppminnir, í Høllini á Hálsi, sum fólk minnast enn. Tí vænta tey í H71, at hetta tiltakið fer at liva í mong, mong ár afturat. Atgongumerkjasølan hesaferð gekk strúkuandi, og útselt var longu í síðstu viku.

 

Her á in.fo kundu vit í gjár greiða frá, at atgongumerki vórðu sett til sølu fyri bæði 950 og 1.000 krónur – tað prógvar bara, at áhugin fyri tiltakinum er ovurhondsstórur. Trygdarreglurnar loyva ikki fleiri enn sløkum 1.000 fólkum inn í Hoyvíkshøllina. Tað er ikki plássið inni í høllini, sum er avgerandi, men rýmingarleiðirnar. Kunnu hesi viðurskifti ikki broytast, so mugu tey í H71 annaðhvørt umhugsa at flyta tiltakið næstu ferð – ella bara halda tiltakið fyri teimum, sum eru nóg skjót at keypa sær atgongumerki.

 

Barrin í Hoyvíkshøllini í kvøld hevur fingið navnið »Okkara bagasjurúm« – og fyri at vísa, hvat tilsipingin til bagasjurúmið merkir, hava tey sett ein hálvan bil inn í barrina. Tað er aftari parturin av bilinum, sum sæst, og bagasjurúmið stendur opið. Í bagasjurúminum síggjast eyðkendu hvítu flamingukassarnir frá Kattrup við snapsafløskum, sum vóru so eyðkendir innan føroyska rúsdrekkamentan fyri 1992.

 

At fara niðan í Hoyvíkshøllina í kvøld er eitt afturhvarv í 80'ini. Og júst Hoyvíkin man vera tað staðið í Føroyum – aftan á Havnina, har flest fólk búgva, sum vóru ung í 80'unum. Av teimum sløku 4.000 íbúgvunum í Hoyvík telja barna og ungdómsfamiljurnar nógv meira, enn í øllum øðrum býum og bygdum í landinum.

 

Og tá tónleikarar og plátuendarar borga fyri góðsku, so kann tiltakið valla verða annað enn ein brakandi sukse aftur hesaferð...