Fyri Kollafjørð fær samanleggingin í høvuðsheitum tann fyrimun, at tað verður nógv lættari at gera neyðugar íløgur.
Og nøkur arbeiðið eru neyðug at gera heilt skjótt.
Vatnveitingin stendur fyri stórum ábótum fyri fimm miljónir. M.a. skal vatnið sóttreinsast. Skúlin er ov lítil og kloakviðurskiftini eru ov vánalig og kloakkirnar eru ikki fultgott uppmerktar. Vegur skal gerast av Langasandi yvir á Signabø og ídnaðarøkini eru ikki liðug.
Kollafjørður hevur ein góðan fjørð og stórt lendi og tað heldur bygdaráðsformaðurin í Kollafjørði er tað besta, teir kunnu bjóða Havnini, sum báði hevur tørv á fjørði, havnum og lendi framvið sjónum.
Tí væntar hann, at virksemið í Kollafjørði fer at veksa, og bygdin at veksa, verða kommunurnar báðar lagdar saman.