Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
------
Sparingar verða í løtuni framdar á nærum øllum ellis- og røktarheimum og sambýlum kring landið. Tíverri velja flestu stovnar, at tað skal ganga út yvir arbeiðstíðina hjá røktarstarvsfólkunum. Røktarstarvsfólk, ið altíð hava arbeitt 8 tímar dagliga, skulu nú arbeiða millum 5 og 7 tímar ístaðin.
Flestu limirnir í Almanna- og heilsurøktarafelagnum arbeiða niðursetta tíð. Fleiri teirra ynskja hetta, tí arbeiðið er likamliga og sálarliga strævið, men eisini nøkur, tí tey ikki sleppa at arbeiða fulla tíð.
Á fleiri stovnum sleppa røktarstarvsfólk, sum nevnt, ikki at arbeiða fulla tíð. Men fyri stovnin í sjálvum sær loysir tað seg jú, at starvsfólkið arbeiðir niðursetta tíð. Tá eru fleiri fólk at taka av, tá ið á stendur, og tørvur er á tímaløntum fólki. Ónøgdin hjá teimum, sum ynskja ella tørva meiri arbeiði og pening hvønn mánað, er sjálvandi stór, tí tey hvønn dag mugu liggja framvið at fáa óætlaðar eykavaktir.
Røktarstarvsfólk, sum arbeiða niðursetta tíð, og tí hava havt onkran eyka frídag um vikuna at hvíla seg, mugu nú, ið tey skulu arbeiða færri timar hvønn dagin, arbeiða fleiri dagar enn áður um vikuna. Hetta er snøgt sagt neyðugt, skulu tey fáa tímarnar, ið svara til setanarbrøkin.
Hetta kann hava við sær, at sjúkufráveran økist, tí røktarstarvsfólkið ikki fær neyðugu hvíldina. Tá ið sjúkufrávera er á stovnunum, verða, sum er, eingi eykafólk kallað inn. Hetta merkir, at færri fólk noyðast at gera alt arbeiðið á stovninum. Almanna- og heilsurøktarafelagið ávarar staðiliga ímóti hesi vandamiklu gongd. Hetta elvir til strongd og ótryggleika, og tað gagnar als ikki samfelagnum á nakran hátt.
Sum kunnugt gjørdi Nærverkið í fjør eina kanning um starvsfólkatørv í Nærverkinum fram til 2015. Kanningin vísir greitt, at starvsfólkatørvurin økist, tí fólk gerast alsamt eldri, og tí vit liva longur. So statt er tað sera týdningarmikið, at stovnarnir veruliga hugsa um, hvussu meint fyrilitaleysar sparingar kunnu raka starvsfólkini.