Arkitektafelag Føroya bjóðar øllum áhugaðum til fyrilestur undir heitinum »Býir fyri menniskju«. Hetta verður fríggjadagin millum klokkan tvey og fýra í Norðurlandahúsinum.
Arkitekturin Jan Gehl, sum er kendur fyri bókina »Livet mellem husene«, har hann viðger týdningin av at skapa bygningar og rúmini millum bygningarnar soleiðis, at hesi stuðla undir samskifti millum menniskju.
- Trivnaður og menning liggur í møtinum millum menniskju, sigur hann millum annað og við hesi yvirlýsing hevur Jan Gehl verið ein ótroyttiligur oddamaður í at innrætta býarrúm, ikki bert í Danmark men eisini í londum sum Avstralia og Amerika, har bilar hava sera høga raðfesting í býarrúmum og menniskju líttla.
- Vit síggja nú, um allan heim, eina stóra broyting í fólkalívs mynstrinum. Fólk flyta frá smærri plássum til størri pláss. Broytta fólkalívið krevur, at vit tillaga innrættingina av okkara bygdum og býum, so hesi svara til tey krøv, sum modernaði menniskju seta í dag. Í Føroyum er problematikkurin háaktuellur, vit síggja í dag, at tað er trupult at fáa tey ungu heim aftur eftir loknan lestur. Onnur sum koma heim, eru skjót avstað aftur, sigur Arkitektafelag Føroya millum annað í tíðindaskrivi sent miðlunum í samband við tiltakið.
Jan Gehl hevur givið út eina røð av bókum, tann seinasta í røðini kallast »Byer for mennesker«. Hetta er ein bók sum er ætlað teimum, ið planleggja og arbeiða við býarmenning sum heild.
Fyrilseturin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin er, sambært Arkitektafelagnum, relevantur fyri øll, bæði tey sum eru við til at planleggja býir, politikkarar, embætisfólk, ráðgevar og okkum øllum sum búgva í bygdum og býum.
Fyrilesturin er ókeypis.