Búskaparfrøðingurin Magni Laksafoss heldur fyrilestur í Stóra Pakkhúsi í Vági í kvøld, 29. oktober, klokkan 19:30. Fyrilesturin er almennur Vinnuráðið í Vági skipar fyri.. Fyrilesturin fevnir um søguligu gongdina í Suðuroynni, umframt gongdina tey seinastu fimm árini. Eisini fevnur fyrilesturin um framtíðarútlitini fyri Suðuroynna - og hartil framtíðarútlini fyri Suðuroyar sunnaru helvt, nú alivinnan, sum seinastu árini hevur verið høvuðsvinnan í økinum, er í svárum trupulleikum. Magni Laksafoss kemur eisini inn á nakrar loysnir á trupulleikunum, bæði uppá styttri og longri sikt, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.










