Fyrilestur um motión

Týskvøldið 22. november kl. 19.30 heldur Hedvig Matras fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um rørslu

Hedvig Matras arbeiðir sum fysioterapeutur á Klaksvíkar sjúkrahúsi og hevur verið á skeiðum um týdningin av at røra seg. Í fyrilestrinum fer hon at tosa um, hví tað er neyðugt at røra seg, hvørjar ágóðar tað gevur, umframt at hon gevur vegleiðing í gagnligum rørslum og venjingum.
Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.