Í kvøld klokkan 19 verður eitt serstakt tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tá fer svenska, Soheila Fors, sum er úr Iran, men sum í mong ár hevur búð í Svøríki, at halda almennan fyrilestur.
Í Svøríki hevur hon tikið við kristnari trúgv, og hon er landskend í Svøríki fyri arbeiði sítt fyri kvinnur úr triðja heiminum. Í hesum sambandi hevur hon latið tað, tey kalla tehús, upp, har kvinnur úr fremmandum londum kunnu koma at leita sær ráðgeving og hjálp, eisini fyri ta kúging teimum er fyri í teirra egnu mentan.
Soheila Fors verður mett at vera ein eldsál, og hon ferðast land og ríki runt at halda fyrilestrar fyri politikarum, løgreglufólki, á skúlum í kirkjum og aðrastaðni, har áhugi er fyri sosialum viðurskiftum.
Nú er tað so Miðflokkurin, sum hevur boðið henni hendavegin, og fyrilesturin í Miðlahúsinum í kvøld verður um kvinnukúgan og mentan.
Hon plagar ikki leggja fingrarnar ímillum, tá hon viðgerð støðuna hjá kvinnum úr muslimskum mentanum, og tað er komið fyri, at hon hevur havt løgregluna at verja seg, tí hon er hótt eftir lívinum.
Hennara áskoðan er, at nógva staðni eru tey so bangin fyri at vera skuldsett fyri snævurskygni og trongskygni, at tey leggja seg púra fløt fyri øðrum mentanum, sum í veruleikanum eru kvinnukúgandi og serstakliga snævurskygd og trongskygd.









