Fyrilestur í Tilhaldinum um venjing av eldri fólki

Tíðindaskriv frá Fysioterapeutfelag Føroya

Í sambandi við at skipað verður fyri skeiði í geriatri í Føroyum, verður almennur fyrilestur í Tilhaldinum 20.09.06 kl. 15.00. Fyrilesturin nevnist : "Rørsla".
Í einari tíð har fokus er á eldraøkinum og fysiskum aktiviteti, er tað umráðandi at fylgja við. Geriatri er læran um fyribyrging, sjúkugreining, viðgerð og rehabilitering av eldri fólki. Nógvar kanningar eru gjørdar, sum vísa, at fysiskur aktivitetur betrar heilsuna, økir lívsvirðið og leingir lívið. Fysioterapeutfelag Føroya hevur verið so heppið at fáa eitt av størstu nøvnunum innan hetta økið, Ninu Beyer, at játta at koma til Føroyar at hava skeið.
Nina Beyer er útbúgvin fysioterapeutur. Hon hevur arbeitt við ítróttarmedisini síðan 1985 og síðan 1995 við denti á venjing av eldri fólkum og sjúklingabólkum. Nina Beyer er nú sett í granskingarstarv innan "Idrætsmedisinsk Forskningsenhed" á Bispebjerg Sjúkrahúsi.Úrslitið av granskingarverkætlanini hjá Ninu Beyer hevur víst, at tað er sera umráðandi at venja vøddastyrki hjá eldri fólki, og at tey eldru, sum luttóku í hennara venjingarætlan, bøttu um vøddastyrki svarandi til ynging upp á 10 til 20 ár.
Á hesum skeiði fáa fysioterapeutar og ergoterapeutar møguleika bæði í teori og praksis at økja sín kunnleika innan kanning og venjing til eldri og gomul, bæði almenn fyribyrging og til serligar sjúklingabólkar. Talið av pensionistum fer at økjast nógv, og fyribyrging er tað øki, vit mugu satsa nógv uppá, tí her er peningur at spara, og kunnu vit vera við til at geva  fólki ein virðiligari aldurdóm.