fyrilestur
Mikukvøldið 2. februar kl. 19.00 verður fyrilestur í húsinum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Tað er Jógvan Fríðrikson prestur av Gjaranesi, sum heldur almennan fyrilestur um nærveru.
Fyrilesturin er liður í eini røð av smærri tiltøkum, sum Kongshavnar Kvinnufelag javnan skipar fyri. Seinastu tíðina hevur Kongshavnar Kvinnufelag skipað fyri millum annað fyrilestrum um siðamisbrot, diabetikarar, orð, ið menna, lit- og kostráðgeving, urtagarðsrøkt, sjálvsmenning osfr.
Fyrilesturin er ókeypis og Kvinnufelagið bjóðar ein drekkamunn undir tiltakinum.










