Rolf Guttesen
Vegna Gaia: , Søgu- og Samfelagsdeildin
Dr. Kevin Edwards: Víkingarnir vóru ikki teir fyrstu at búseta seg í Føroyum.
Kanningar av landslagi, søguligum keldum og blómsturpollen hava givið sterkar ábendingar um, at fólk hava búð í Føroyum væl áðrenn tað skandinaviska landnámið, sum vanliga verður sett til umleið ár 800. Nýfunnið tilfar á Sandi tíðarfestir landnámið hjá teim fyrstu niðursetufólkunum heilt aftur til 4. til 6. øld. Man hevur í vindbornum sandi funnið torvøsku við leivdum av kolaðum byggkorni. Kolevni-14 kanningar av korninum avdúka tvey búsetingarskeið millum 4. og 8. øld, sum eru eldri enn víkingalandnámið. Hesi úrslit gera tað neyðugt at endurskoða fatanina av landnáminum í Føroyum og Norðuratlantiska økinum sum heild.
Dr. Brice Rea: Veðurlagið í Føroyum í Sein-ístíðini, kannað við paleoglaciologiskum og paleoøkologiskum proxy-data
Fyrilesturin snýr seg um tíðarskeiðið í Føroyum í endanum av seinastu ístíð. Kanningarhættir úr bæði paleo-økologi og paleo-glaciologi verða brúktir. Projektið umfatar kortlegging og kanning av ístíðarmorenum við tí endamáli at fastleggja raðfylgjuna og geometriina í teimum virknu ís-massunum. Haraftrat kemur innsamling av organiskum tilfari, sum kann lýsa viðurskifti í tátíðar umhvørvi. Hesar tilgongdir kunna geva upplýsingar um tað sein-glaciala veðurlagið og geva ábendingar um, hvar vindskipanin, ið kallast “Polar Frontal Jet Stream” hevur ligið í hesum týðandi tíðarskeiði, tá veðurlagið var í stórari umbroyting.
Gaia-seminarið verður leygardagin 31. august 2013 kl 12.30 (OBS tíðin er broytt)
á Søgu- og Samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøta 25 í Havn.