Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya hava boðið Harry Haue, lektara, dr. phil. frá Dansk Institut for Gymnasiepædagogik, Syddansk Universitet í Odense, til Føroya at halda fyrilestrar um Almendannilsi og miðnámsútbúgvingar.
Harry Haue er mag.art. í søgu frá Aarhus Universitet í 1973 og hevur í mong ár starvast sum studentaskúlalærari, men tey seinastu árini hevur han starvast sum granskari á Dansk Institut for Gymnasiepædagogik, Syddansk Universitet.
Herfyri vardi hann doktararitgerð sína Almendannelse som ledestjerne á Syddansk Universitet í Odense. Bókin er vorðin sera væl móttikin í Danmark, og høvundurin hevur fingið mong rósandi orð fyri verk sítt. Ikki minst tí granskingararbeiði hansari hevur stóran týdning júst nú talan er um at broyta allar miðnámsútbúgvingarnar í Danmark.
Harry Haue er kendur sum ein góður, greiður og áhugaverdur fyrilestrahaldari. Tilsamans heldur hann tríggjar fyrilestrar á Føroyaferðini, ein almennan, ein, sum fyrst og fremst er ætlaður lesandi og lærarum á Fróðskaparsetrinum, og ein, sum er ætlaður lærarum og næmingum á miðnámsútbúgvingunum. Øll áhugaði eru kortini vælkomin til allar fyrilestrarnar.
Harry Haue, lektor, dr. phil.
Fyrilestrar um almendannilse og miðnámsútbúgvingar.
HÓSDAGIN 1. MAI 2003 kl. 19.30 Í OVASTOVU Í NÓATÚNI:
Fyrilestrarheiti: Almendannelse, hvad er det?
Almennur fyrilestur fyri øllum áhugaðum.
FRÍGGJADAGIN 2. MAI 2003 kl. 10.00 Á FØROYAMÁLSDEILDINI Á FRÓÐSKAPARSETRINUM:
Fyrilestrarheiti: Dannelse og dannelsesbegrebet i skole og samfund.
Fyrst og fremst ætlað lærarum og lesandi á Fróðskaparsetrinum.
MÁNADAGIN 5. MAI 2003 kl. 14.40 Á FØROYA STUDENTASKÚLA Í HOYDØLUM:
Fyrilestrarheiti: Det gymnasiale skolesystems udvikling frem til i dag.
Fyrst og fremst ætlað lærarum og næmingum á studentaskúlum og miðnámsútbúgvingum.