Fyribyrgja russiskum tjóvaríi

Kiosk Vár í Runavík og í Klaksvík hevur sett skelti upp á russiskum og føroyskum at boða frá, at vakmyndatól eru í kioskunum - Tað er ikki rasisma, og nógvir russarar eru hampafólk, men tað er bara ein sannroynd, at vit hava stórar trupulleikar av russiskum sjómonnum, sum stjala.

Hetta sigur Rúni Klein Joensen, ein av eigarunum av Vár-kioskunum.

Vakmyndatól eru í báðum kioskunum, og Rúni Klein Joensen fekk hugskotið at biðja eina lýsingafyritøku gera skelti á føroyskum og russiskum fyri at boða viðskiftafólkunum frá, at vakmyndatól eru í kioskunum. Føroyingar stjala eisini.

Rúni Klein Joensen sigur, at trupulleikin hevur verið stórur í Runavík, men beint nú koma fá russisk skip til Runavíkar.

Hann heldur, at hetta hjálpir, og hann veit um aðrar handlar, ið umhugsa at gera tað sama.