Fyribyrgingin má byrja í barnaárum

Í fleiri ár arbeiddi Súsanna Martinsdóttir við verkætlan, ið hevði til endamáls at læra børn og ung at vera saman ­ uttan rúsevni og harðskap

Grækaris Djurhuus Magnussen


­ Tað er av størsta týdningi, at børn og ung læra at vera saman í størri felagsskapum, har harðskapur og rúsevni eru bannað.

Tað sigur Súsanna Martinsdóttir, frítíðarpedagogur, í sambandi við harðskapin og rúsevnismisnýtsluna í Føroyum. Hon vísir á, at børn, sum verða lærd at dansa sum børn, ella heilt ung, nýtast ikki rúsevni fyri at tora at 3fara upp á gólv3, tá avbjóðingarnar standa fyri framman seinni í lívinum.

­ Byrja tey t.d. ongantíð at drekka, ja, so er vandin fyri harðskapi eisini tað minni, sigur Súsanna Martinsdóttir.

Hon heldur tað nytta lutfalsliga lítið at fara undir fyribyrging, tá tey ungu longu hava fingið smakkin fyri alkoholi og øðrum rúsevnum.

­ Er viljin til staðar frá myndugleikanna síðu, so ber til at lofta børnunum, áðrenn tey koma út í misnýtslu, og fyri alt tað eisini 3vanliga3 nýtslu, sigur Súsanna Martinsdóttir.


Rúsfrían dans

Súsanna Martinsdóttir vísir á, at ein gongd leið er at skipa fyri rúsfríum dansi, kanska einaferð um mánaðin. Men hon leggur dent á, at slíkt má vera væl fyriskipað, og eigur at gerast attraktivt og spennandi.

­ Tað er ein veruleiki, at mong byrja at drekka, tá tey koma í tann aldurin, at áhugin fyri dansi vaknar. Tá eru tey mong, ið ikki tora upp á gólv. Og tá kann fyrsti rúsurin vera kærkomin, sigur hon.

Tá hon starvaðist í Leksand í Svøríki (býur á somu stødd sum Havnin), var hon við í serligari verkætlan fyri børn og ung.

­ Eini foreldur komu við hugskotinum at skipa fyri rúsfríum dansi eina ferð um mánaðin. Dansurin skuldi bæði vera fyri smábørn og ungdóm, sigur Súsanna Martinsdóttir.

Sosiala deildin í kommununi helt hugskotið vera gott, og kom tí við í ætlanina. Haraftrat vóru pedagogar og foreldur við í arbeiðinum.

­ Skipað varð fyri bussferðum til dansistaðið. Børnini vóru í fínasta pussi, genturnar í lakkskóm, og tey kundu millum annað fáa góðgæti.

­ Vit skipaðu eisini fyri veitslum fyri hesum ungu, sigur hon.

Tá børnini komu í 7. flokk, og krøvini gjørdust hægri, komu skúlar og ymisk frítíðarfeløg eisini við. Og áhugin var eins stórur millum tey ungu tá, sum hann var, tá tey vóru smærri. Tey høvdu vant seg við tað, og sóu fram til bæði dansir og veitslur við stórum spenningi.


Lofta ungdóminum

Súsanna Martinsdóttir sigur, at endamálið at lofta teimum ungu, so tey ikki fóru út í rúsevnismisbrúk, eydnaðist heilt væl.

­ Talan var um heilt vanlig børn og ung. Slík, sum annars mangan byrja at drekka seinni. Men vit vóru samd um, at tað á henda hátt eydnaðist at lofta nógvum, áðrenn tey tóku fyrsta snapsin, sigur hon.

Var nakar, ið ikki yvirhelt reglurnar, men var drukkin á veitslum ella í dansi, so fekk viðkomandi durafjórðingin. Og tað var tikið sum stór skomm.

­ Skipast kundi sum onki verið fyri líknandi her, um áhugin og viljin var til staðar. Vit kundu t.d. skipa fyri bussferðum úr Vestmanna, Kollafirði o.l., sigur Súsanna Martinsdóttir.