Fyribyrgdu drápsroynd móti ovasta leiðara á Krim

Russiska trygdartænastan FSB hevur handtikið ein mann, sum Ukraina skal hava leigað til at beina fyri leiðaranum á Krim.

Russiska trygdartænastan FSB sigur, at tey hava fyribyrgt einari drápsroynd móti ovasta leiðara á Krim-hálvoynni.

 

Leiðarin er Sergej Aksjonov, sum er maðurin á myndini omanfyri.

 

Tað er russiska tíðindastovan Interfax, sum ber hesi tíðindi í morgun, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

Sambært Interfax sigur FSB seg hava handtikið ein mann, sum Ukraina skal hava leigað til at beina fyri leiðaranum á Krim.

 

Interfax veit eisini at siga, at maðurin hevur starvast hjá ukrainsku trygdartænastuni SBU, har hann hevur fingið upplæring í spreinging.