Uppskotið um at geva P/F Leirvíkstunnlinum loyvi til at gera tunnil millum Eysturoy og Borðoy fekk harða viðferð av andstøðuni, tá tað var til fyrstu viðgerð í tinginum hóskvøldið.
Og tað var eisini eitt løgið uppskot, ið løgmaður sjálvur legði fram, av tí at Bjarni Djurholm í farnu viku noktaði at seta sítt navn undir. Tað viðgekk løgmaður frá tingsins røðarapalli, eftir at framsøgumenninir hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum høvdu givið honum nakrar skortfleingjur.
Anfinn Kallsberg, løgmaður viðurkendi undir kjakinum, at uppskotið átti at verið meira gjøgnumarbeitt, men segði seg ikki vilja nokta fyri at leggja tað fram, tá hann fekk áheitan um hetta frá ávikavist Karsteni Hansen, landsstýrismanni, og Rúnu Sivertssen, tingkvinnu.
- Hevði eg noktað at lagt uppskotið fram hevði tað bara ført til spekulatiónir um hvørjar baktankar løgmaður hevði við hesum. Tá er betri at leggja uppsotið fram nú og so rætta tað til seinni, segði Anfinn Kallsberg, sum soleiðis ikki kávaði útyvir, at valið stóð millum ilt og verri.
Til lítlan sóma
Jóannes Eidesgaard, ið var framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin í málinum, helt tað vera til lítlan sóma fyri Føroya Løgting, at uppskotið varð borið í tingið hálvliðugt. Hann vísti á, at tað sjáldan hevur verið so stór semja millum flokkarnar á tingi, sum tað nú er um at gera tunnilin millum Eysturoy og Borðoy, og at tað tí ikki átti at verið neyðugt at skundað uppskotið ígjøgnum áðrenn valið.
? Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu enn at hetta má vera valflesk, segði Jóannes Eidesgaard, ið var fyrsti framsøgumaður.
Alfred Olsen, framsøgumaður fyri hin stóra andstøðuflokkin, Sambandsflokkin, og limur í vinnunevndini, ið skal viðgera uppskotið, átalaði, at samgongan legði eitt so ófullfíggjað uppskot fyri tingið og segði málið vera vónleyst at avgreiða.
Alfred Olsen vísti á, at tá tilsvarandi uppskot varð lagt fram um Vágatunnilin tók tað tveir mánaðir at avgreiða. Uppskotið um tunnilin millum Eysturoy og Borðoy skal avgreiðast innan mánadagin.
Níggju linjuføringar
Uppskotið til løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, ið var til fyrstu viðgerð hóskvøldið, gevur nýstovnaða P/F Leirvíkstunnilinum heimild at fara undir arbeiðið at gera tunnil millum Eysturoy og Borðoy og vegakervi frá báðum tunnilsmunnum. Harafturat ásetur uppskotið játtan, eigaraviðurskiffti og annað.
Orsøkin til at uppskotið verður kallað hálvliðugt er, at einki verður ásett í uppskotinum um hvønn veg tunnilin skal spreingjast og hvar vegasambandið til tunnilin skal ganga. Tað eydnaðist nevniliga ikki at fáa hesar fyrireikingar lidnar áðrenn freistin at lata mál inn til tingið var úti hósdagin í farnu viku. Av tí sama hava tingmenn onga fasta kostnaðarmeting at halda seg til.
Ístaðin fingu tingmenn eitt kort at síggja, har níggju ymiskar sokallaður linjuføringar, tað vil siga tunnilsleiðir, vóru uppteknaðar, men einki varð greitt frá um vegagerð.
Samtykkja nú forsegla seinni
Í uppskotinum verður ásett, at landsstýrið skal góðkenna endaligu tunnilsverkætlanina áðrenn arbeiðið verður sett í gongd, og tað hildu summir tingmenn vera at geva avvarandi landsstýrismanni í so stórt rásarúm.
Jóannes Eidesgaard samanbar støðuna við at tingið skuldi samtykt at bygt eina nýggja Suðuroyarferju, men ikki ásett hvussu nógv hon skuldi kosta ella hvussu stór hon skuldi vera, og hann kallaði gongdina í málinum fyri ábyrgdarleysan politik.
Bæði framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum og hjá Sambandsflokkinum løgdu tó stóran dent á, at teir tóku fult undir við at tunnil eigur at vera gjørdur undir Leirvíksfjørð sum skjótast.
Løgmaður heitti undir fyrstu viðgerð av uppskotinum á tingmenn um at samtykkja uppskotið í fyrstu atløgu í hesi tingsetu, og so forsegla tað, sum hann málbar seg, við einum broytingaruppskoti eftir ólavsøku, tá næsta tingseta byrjar.
Sum tað ljóðaði á framsøgumonnunum fyri samgonguflokkarnar verður hendan áheitan uttan iva fylgd.










